Hóskvøldið vitjar KÍ á Argjum, har AB tekur ímóti.
Hóskvøldið vitjar KÍ á Argjum, har AB tekur ímóti.
Og hóast AB hevur góð úrslit at vísa á móti toppliðunum seinastu umførini, so hevur AB tað sum oftast trupult á heimavølli móti KÍ. Men tá liðini møttust seinast í Klaksvík, so vann AB greiðan 3-1 sigur. KÍ hevur tó fyrr í ár tapt móti NSÍ á heimavølli og tey hagtølini søgdu frammanundan, at KÍ ikki hevði tapt móti NSÍ á heimavølli í 5 ár. So hóast hagtølini liggja til KÍ, so skulu vit ikki langt aftur fyri at finna eitt úrslit, sum gekk beint ímóti vanligu leikgongdini.
Hagtøl í bestu deildini millum AB-KÍ:
2015: AB-KÍ 0-4
2014: AB-KÍ 1-1
2013: AB-KÍ 1-3 og AB-KÍ 0-1
2009: AB-KÍ 0-1
2007: AB-KÍ 1-3 og AB-KÍ 3-1
Dystir: 7
AB vunnið: 1
Javnleikur: 1
KÍ vunnið: 5




