Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrrverandi løgmaður harmast at flaggdagshald í dag eru politisk

John William Joensen

Umvegis Facebook skrivar Jóannes Eidesgaard soleiðis: Merkið er flaggið hjá okkum øllum.

Umvegis Facebook skrivar Jóannes Eidesgaard soleiðis:

Merkið er flaggið hjá okkum øllum. Tað er tað væl saktans eingin ivi um. Væl kann tað vera, at í flagsstríðnum fyri nærum einari øld síðani, vóru nøkur fremri í stríðnum enn onnur, og væl kann tað vera, at í bókmentum um flaggstríðið eru nøkur útvald gjørd til meira hetjur enn onnur, men tað kann ikki rættvísgera, at vit í dag bert geva nøkrum við ávísum politiskum observansi framíhjárætt til at halda flaggrøður.

Skal nakað savna tjóðina, so skal tað vera flaggið. Men so mugu vit eisini lata øllum rættin til at bera flagginum kvøðu á flaggdegnum.

Harleywoodpaint