Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskot um fólkaatkvøðu

Helgi Abrahamsen

Uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini, sum stendur á skrá fyri tingfundin í dag, er framvegis ikki komið til viðgerðar. Uppskotið stendur annars at vera nr. 3 í dagsskránni hjá løgtinginum í dag, og fylgilógin um broytingar í rættargangslógini stendur sum nr. 4 í skránni. Men fyribils eru bæði málini umlopin, tí bíðað verður eftir onkrum broytingaruppskotið.

Tað ljóðar, at tað er Heðin Mortensen, løgtingsmaður, sum arbeiðir við einum uppskoti um at beina málið til fólkaatkvøðu. Óvist er tó, hvat ein møgulig fólkaatkvøða skal snúgva seg um. Keldur sum Norðlýsið hevur tosað við siga, at tað er bara grein 14, stk. 2 sum skal til fólkaatkvøðu. Tann greinin snýr seg um kirkjuliga signing av borgarliga giftum.

Tað at leggja uppskot um fólkaatkvøðu fyri tingið kann tulkast uppá ymiskar mátar. Tað kann vera eitt ynski um at fáa fólkaviljan at ráða, men tað kann eisini vera ein taktisk avgerð, sum ger tað lættari at atkvøða ímóti sjálvum uppskotinum, við tilvísing til ynski um fólkaatkvøðu.

Undir øllum umstøðum er greitt, at fólkaatkvøður eru sambært Stýrisskipanarlógini ikki juridiskt bindandi. Tað vil siga, at málið skal undir øllum umstøðum aftur í løgtingið aftaná eina møguliga fólkaatkvøðu.

Óvist er, um tað ber til at beina málið til fólkaatkvøðu við einum broytingaruppskoti.

Harleyfacadeacryl