Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TIME OUT!!!

Hansina Dahl

TIME OUT!

Almennur stuðul til el-riknar hitaskipanir er ein skeiv og dýr hovsa loysn!

______________________

Av tí at ongin politisk visjón og ætlan er gjørd um, hvussu vit avmarka orkunýtsluna í sethúsum og bygningum í Føroyum, er eitt uppskot um at frítaka el-riknar hitaskipanir fyri mvg við at verða samtykt. Uppskotið er ikki fakliga grundað og sýnist at verða eitt dømi um eina sera dýra hovsa loysn.

Endamálið við uppskotinum sigst vera, at minka um orkunýtslu og útlát. At viljin er til staðar boðar frá góðum, men stóri trupuleikin við uppskotinum er, at hetta ikki førir til minni orkunýtslu – tað førir bara til eina umlegging av orkuframleiðsluni frá oljufýringum til vind/vatn og tungoljumotorarnar hjá SEV.

Einasti máti veruliga at minka um orkunýtsluna er at minka um sjálvan orkutørvin. So leingi onki verður gjørt fyri at avmarka orkutørvin fyrst (við at byggja orkurætt, bjálva v.m.) og so leingi SEV ikki framleiðir meira grøna orku enn í dag, ger uppskotið í veruleikanum størri skaða enn gagn.

Tað er eisini sannlíkt, at el-riknar hitaskipanir verða dýrari, um uppskotið verður samtykt. Vit hava fyrr sæð, at prísurin fer upp, tá avgjøld fara niður ella verða strikað. Samstundis eru ov fá krøv til veitaran um ráðgeving, dokumentatión og trygging av íbindingum, so kundin stendur einsamallur við møguligum feilum og manglum (ov nógvur larmur frá pumpum, ov lítil orkusparing el.l.).

Hvat kunnu vit gera ístaðin?

Tað er rætt at leggja um til el-riknar hitaskipanir, um tað merkir at tær verða riknar við grønari orku. Men tað má verða skil í raðfylguni á átøkum fyri at koma hartil, at alt koyrir við grønari orku frá SEV. Vit eiga nú at avmarkað orkuørvin, meðan vit bíða eftir meira grønari orku frá SEV. Tað er vert at hava í mentu, at allar orkusparingar í sethúsum og bygningum samstundis avmarka íløgutørvin hjá SEV, sum ikki skal framleiða meira enn neyðugt.

Orkuvarðin er eitt amboð, sum er sprottið úr umhvørvisráðstevnuni í Kyoto í 1997, og er í dag ein viðurkendur grundarsteinur innan arbeiði við orkusparingum í bygningum.Onki bendir á, at føroysku myndugleikarnir nakrantíð hava hoyrt um Orkuvarðan, á donskum “Energipyramiden”. Teir arbeiða beint ímóti grundhugsanini um at avmarka orkutørvin. Møguleikarnir fyri sparingum í føroyskum sethúsum og bygningum er annars sera stórir, so tað er veruliga nakað sum kann gera stóran mun beinanvegin.

Tað loysir seg ofta nógv best at orkuumvæla sethús og bygningar, áðrenn støða verður tikin til hitaskipanina. Ikki sjálvdan loysir tað seg so væl, at orkusparingin rindar mest sum alla íløguna aftur innan fá ár. Samstundis fáa fólk eini sunnari og betri hús at búgva í, har trivnaðurin ofta gerst munandi betur eftir eina slíka umvæling. Nógvar kanningar staðfesta, at tess sunnari sethús og bygningar eru, tess færri sjúkradagar verða hjá børnum, vaksnum og eldri. Trupuleikar við gjóstri, fukti o.ø. hvørvur, samstundis sum orkunýtslan lækkar munandi.

Fíggingarstovnarnir hava sannlíkt eisini ein áhuga í, at ognin, sum stendur sum veð fyri lánum, er góð og sunn í nógv ár. Hugsandi er at fíggingarstovnarnir enntá heldur vilja lána pengar út til orkuumvælingar enn óneyðuga stórar hitaskipanir, sum ikki gera stórvegis mun fyri góðskuna á húsunum. Fólk, sum ikki eru sterk fíggjarliga, fáa á henda hátt eisini møguleikan at bøta um húsini og økja lívsgóðskuna hjá húskinum. Sparingin rindar íløguna, sum ofta kann verða lág, men ger stóran mun.

TIME OUT!

Tíðin er komin til eitt TIME OUT! Vaska talvuna reina og byrja heilt av nýggjum. Vit mugu tala at, so fólk ikki fara at brúka óneyðuga nógvar pengar fyri at fylgja ráðunum frá politikarum. Áðrenn tey fara at skylda bankunum stórar upphæddir fyri óneyðuga stórar hitaskipanir til hús, har hitin seyrar út aftur millum skyns og hold ella osar út gjøgnum illa bygdar samankomingar í veggjum og vindeygum ella upp ígjøgnum tróðrið í takinum. Tað eru longu dømi um hetta í Føroyum, men tað er ikki júst nakað, fólk tosa so hart um, tá tað gongur upp fyri teimum, at íløgan í eina jarðhitaskipan fyri 150 – 180.000 kr, ongantíð fer at løna seg innaftur og heldur ikki avmarkar gjóstur, kuldabrýr o.a. inni í húsinum.

Hvussu koma vit víðari?

Øll vilja av við oljuna. Tað er bæði rætt og samstundis vinnuliga sera áhugavert. Í nógvum londum eru vinnur innan ”grønur vøkstur” ein munandi partur av búskapinum og Føroyar eru í so máta sera væl fyri at gera okkum galdandi. Ein visión, við hartil hoyrandi ítøkiligum málum fyri hvussu vit avmarka orkutørvin, og harvið orkunýtsluna og útlátið, fer at viðvirka til ein slíkan grønan vøkstur.

Vit hava eina væl skipaða og sterka byggivinnu, íroknað arkitektar, byggiráðgevar, verkfrøðingar, handverkarar, byggifyritøkur og tilfarsveitarar. Vit eiga at seta partar av byggireglugerðini í gildi beinanvegin og javnan dagføra hana. Vit eiga eisini at umhugsa nær nýbygningar ikki longur kunnu hitast við olju, og leggja ætlanir fyri hvussu vit dagføra verandi bygningar.

Vit hava bara nøkur og 20.000 sethús og bygningar í alt, so tað er lutfallsliga lætt at gera eina skipan til skráseting av data um bygningarnar, fyri at seta rætt inn og máta úrslitini. Vit kunnu arbeiða við fyrireikingum beinanvegin og koma spakuliga ígongd við orkuumvælingar, og síðan raðfesta skrásetingararbeiðið og orkuumvælingarnar, tá annað byggivirksemi minkar aftur.

Mynduleikarnir kunnu byrja við at seta nakrar milliónir av til at skipa arbeiði við at at savna vitanina, sum longu finst í landinum. Nógv hava eftirlýst møguleikan at bjóða inn við vitan, og onnur eftirlýsa atgongd til hesa vitan, sum eigur at deilast og brúkast. Tað er ikki neyðugt við størri almennum stovnum, tí vitanin finst fyrst og fremst millum fólkið og í vinnulívinum. Uppgávan hjá tí almenna er at samskipa arbeiðið og syrgja fyri at vitanin verður brúkt.

Verður rætt atborið, kunna Føroyar lyftast munandi innan lágorkubygging og orkusparandi umvælingar. Loysnir, sum eru skynsamar og framtíðartryggaðar. Tá ber væl til, innan heilt stutta tíð, at síggja mátbar úrslit.

Hansina Dahl

Spf. Byggitrygd