Nú fer projekteringin í gongd
Býurin larmar av virksemi og útbygging. Stórir kranar, stórir bilar og nógv arbeiðsfólk síggjast í býnum. Uppgrivnir vegir og hol í jørðina. Tað er tað vit umgangast nú várið nærkast. Hetta gera vit í vónini um, at tað í framtíðini verður enn betur at búleikast í Klaksvík.
Men ikki øll eru so sjónlig og larmandi. Vit eru nøkur sum seinasta árið, í tí stilla hava arbeitt við byggiætlanini til komandi rennibreyt. Vit eru so heppin, at hava notið gott av teimum fólkum, sum kenna tørvin og fakið so væl. Stóra tøkk til bólkin sum hevur brúkt tíð, vitan og orku til hetta arbeiði. Vit hava nú, ímeðan onnur føra aðrar verkætlanir út í lívið, gjørt eitt dygdargott forarbeiðið við m.a. ognarviðurskiftunum, lendiskanningum og brúkarartørvinum til rennibreytina og fótbóltsvøllin.
Fáa staðni í Føroyum man tørvurin á eini rennibreyt, vera so stórur sum í Klaksvík. Okkara Treysti er eitt av størstu og mest vinnandi rennifeløgnum í landinum. Og eisini eru tað í hópatali av fólki í býnum, sum dagliga bæði ganga og renna uttan at vera partur av nøkrum felag. Tí er tað so gleðiligt, at á seinasta mentanarnevndarfundi samtykti ein samd mentanarnevnd, at 1. byggistig at prosjektera eina rennibreyt við fótbóltsvøllin, nú loksins fer í gongd.
Signhild V. Johannesen, býráðslimur.




