Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit kunnu ikki venda reyv til ein ferðavinnumøguleika

Danial Viðoy

Hugleiðing: Í gjár fall so hamarin. Samkynd sleppa at giftast. Allir hesir alabogans litir fóru sum strálir sendandi um allan heim: ”nú hava samkynd eisini rættindi í Føroyum”. Hetta er ikki bara gott fyri tey samkyndu, hetta kann eisini koma at gagna landskassanum, tí ferðandi samkynd kasta nógvar pengar av sær.

Hugleiðing: Í gjár fall so hamarin. Samkynd sleppa at giftast. Allir hesir alabogans litir fóru sum strálir sendandi um allan heim: ”nú hava samkynd eisini rættindi í Føroyum”. Hetta er ikki bara gott fyri tey samkyndu, hetta kann eisini koma at gagna landskassanum, tí ferðandi samkynd kasta nógvar pengar av sær.

Tað er nú ikki soleiðis, at Føroyar skulu fáa orðið á seg sum ein ”bøssa-” ella ”lebba” attraktión, als ikki. Hetta er bert ein lýsandi grein um, hvat møguliga og um vit vilja, sannlíkt kann fara at henda. Lat okkum byrja frá einum enda. Ja, einum enda er kanska passandi at siga í hesum døgum.

Undirritaði hevur fýra pástandir:

Nummar 1: Samkynd hava ikki børn at brúka pening uppá

Fyri tað fyrsta kunnu samkynd eftir lóg náttúrunnar ikki fáa børn, hóast hetta í summum førum verður praktiserað við ættleiðing. Men í flestu førum, tori eg at pástanda, hava flestu ikki børn, ið hvussu er færri í mun til ”vanlig” pør.

Hetta hevur við sær, at samkynd pør ikki brúka pengar upp á tað, sum børn hava brúk fyri. Tað verður sagt, at útreiðslurnar hjá foreldrum at einum barni frá 0 til 18 ára aldur er 1 millión. Tvs. at hesa milliónina hava tey samkyndu til góðar at brúka upp á okkurt annað.

Um vit í hesum føri hugsa ferðavinnuvegin, so kundi eg ætla, at áhugin fyri at fáa fólk við pengum at ferðast í Føroyum, er stórur. – Altso sæð út frá barnaútreiðslum, hava samkyndu pørini eina heila millión meira at brúka enn ”vanlig” pør.

Nummar 2: Ofta væl útbúgvin og har við pengar

Samkynd eru ikki býtt, í mongum førum er talan um persónar við høgum útbúgvingum. Tað er pástandurin, tí tað undirritaði kennir til av hesum fólkum, er at útbúgvingarliga vantar onki í. Ein góð og long útbúgving gevur í flestu førum nógva løn. Tá ið hesi ikki hava fyri neyðini at brúka pengar upp á barni, brúka tey pengar upp á seg sjálvi.

”hov, hov!”, ja hví so ikki brúka pengar upp á eina feriu til Føroyar. Tað er so líka til, serliga nú rættindini eru upp á pláss.

Nummar 3: Okkara samkynd eru eldsálir

Í sera mongum førum eru samkyndir føroyingar og samkynd annars full í orku, og virkis- ella tiltaksfús. Ja, tað hava vit sæð í stríði teirra fyri at fáa síni rættindi. Hóast hátturin í summum førum fram til málið tíðum hevur verið heldur ágangandi, sæst, at tey eru framtakssinnað og bara sær ikki fyri at skipa fyri tiltøkum.

Tað næsta verður Faroe-Pride. Mær dámar ikki Faroe-Pride, men tað eru tað nógv onnur, sum dáma, serliga samkynd, og samkynd aðrastaðni frá.

Við álitið fæst álit. Hvat við at geva einum ella fleiri samkyndum álit at skipa eina møguligan ”samkyndan vinnuveg”, um eg so má siga? – Tað skaðar oyrini, men hetta er ikki ólógligt. Tey samkyndu, sum eg kenni, eru álítandi persónar.

Nummar 4: Ferðandi samkynd eru ein ferðavinnuvegur

Í Føroyum verður arbeitt hart við at menna ferðavinnuna. Hvat við at lýsa við, at nú hava føroyingar eisini góðkent samkynd og rættindi teirra. Eg meti, at hetta er eitt gott agn. Smátjóðir bera ikki orð fyri at vera samkyndavinaligar, hóast Føroyar í mong ár hava verið ein eftirbátur á hesum økinum.

Eg haldi ikki, at vit skulu venda hesum ferðavinnuvegnum reyv. Hetta er ein vinnumøguleiki eins og aðrir, hóast hann í mongum oyrum ikki ljóðar so tespiligur. Hetta er í lagi og tað er eingin lóggáva, sum forðar hesi marknaðarføringini.

Eg skal erliga viðganga, at eg var ikki fortalari fyri borgarligari vígslu til samkynd, tí hetta býður ímóti trúgv og sannføring míni. Men ”gev keisaranum tað, sum keisarans er og Gudi tað, ið Guds er”. Lat tað so vera ein part av samfelagnum og lat tað vera ein borgarlig lóggáva. Eg og onnur kundu setst niður og gronast um hetta, men tað koma vit ikki langt við.

Ein máti er at gagnnýta hetta sum ein møguligan vinnuveg. Tað tapir eingin av, tá vinna vit øll, og okkara kæri landskassi.

”Come to Faroe Islands! Because her is gay okay, and it is cheap to pay!” ella ”sheep to pay”.