Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AB manglar tað síðsta

Jákup Ósá

Hagtøl, karakterur og besti leikari í AB fyrsta triðingin av Effodeildini.

Hagtøl, karakterur og besti leikari í AB fyrsta triðingin av Effodeildini.

AB liggur næstaftast eftir at fyrstitriðingurin í Effodeildini er leiktur. AB hvur ongan dyst vunnið,men hevur fingið fimm javnleikir. Niðanfyri verður AB dømt fyrifyrsta triðingin.

Toppskjútti:

1. Rasmus Dan Sørensen, SímunSamuelsen, Árni G. Nielsen, Karstin Højgaard og Rói Danielsen 1mál

Flest upplegg

1. Dan í Soylu 2 upplegg

Deyðbóltar fyri: 4

Deyðbóltar ímóti: 2

Størst prosent part av málunum máltí málum og uppleggum:

33 %: Árni G. Nielsen, SímunSamuelsen og Dan í Soylu (antin skorað ella lagt upp til 33 % avmálunum hjá AB)

Besti leikari: Heðin Stenberg

Eins og væntað frammanundan, so ertað í verjupartinum, at dygdirnar eru hjá AB. Orsøkin er, at harer ikki so nógv nýtt fólk og m.a. er miðverjan og málverjinsamanspæld frá undanfarnu árum. AB málverjin hevur í fleiridystum beinleiðis bjargað AB stig. M.a. við brotssparki mótiSkála og einari avgerandi bjarging í síðsta minutti móti KÍ.Saman við liðskiparanum Róa Danielsen hevur Heðin Stenberg gingiðá odda og AB hevur bara latið 10 mál inn fyrstu 9 umførini. Taðer á sama støði sum topp liðini.

Karakter: 4

Sjálv avrikini hjá AB hava kanskauppiborið betri karakter enn 4, meðan úrslitini kanska havauppiborið verri karakter, tí liðið hevur ongan dyst vunnið. MenAB hevur ongan dyst tapt við meir enn einum máli, so tað er ikkinógv sum skal broytast fyri at fleiri stig koma til høldar. AB ereisini tað liðið av teimum niðastu, sum í størsta mun megnar atspæla upp ímóti teimum bestu, og tað hevur gjørt, at HB,Víkingur og KÍ øll mistu stig móti argjamonnum. Hinvegin hevurliðið stórar trupulleikar í dystum móti kappingarneytunum íbotnstríðnum. Somuleiðis eru trupulleikar í álopspartinum, har eingin leikari enn hevur skorað meir enn eitt mál. 

Karakterirnir vera givnir soleiðis:

10: Heimsklassa avrik

9: Framúrskarandi avrik

8: Gott avrik

7: Yvir miðal avrik

6: Miðal avrik

5: Undir miðal avrik

4: Toluligt avrik

3: Vánaligt avrik

2: Sera vánaligt avrik

1: Pínligt avrik