Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nordisk Journalistforbund hartar føroyskar politikarar

Helgi Abrahamsen

”Nordisk Journalistforbund (NJF) staðfestir við stúran, at politikarar og onnur hava seinnu árini gjørt fleiri álop á pressufrælsið í Føroyum.” Tað skrivar Thomas Spende, formaður í felagnum, í einum skrivi sum er sent miðlunum.

”NJF er í fleiri førum kunnað um, at tað frá politisku myndugleikunum verður lagt trýst á fjølmiðlarnar, og at hóttanir eru bornar fram móti bæði journalistum og fjølmiðlaleiðslum,” sigur hann.

Hann vísir millum annað á, at fólkavaldir politikarar hava nýtt røðarapallin í løgtinginum til at harta fjølmiðlarnar og teirra uppgávu í samfelagnum. Eisini nevnir hann ítøkiliga málið, tá Jørgen Niclasen valdi at stevna journalistum í Kringvarpi Føroya og einum fyrrverandi tíðindaleiðara á Portal.fo, heldur enn at kæra til Fjølmiðlanevndina.

Thomas Spende sigur, at hóast journalistarnir vunnu sakina, so verða teir framvegis lagdir undir illgitingar frá politikarunum.

Thomas Spende endar skrivið við hesum orðunum:

”NJF stuðlar okkara føroysku starvsfeløgum og teirra arbeiði fyri etiskum, kritiskum og fríum journalistikki, og mælir staðiliga føroyskum politikarum til at virða óhefta leiklutin hjá fjølmiðlunum.”