Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Kvinnur fyri Miðflokkin” skipar fyri norðurlendskari ráðstevnu

Mia av Kák Joensen

Tíðindaskriv: “Kvinnur fyri Miðflokkin” skipar fyri norðurlendskari ráðstevnu. Hetta er í samstarvi við Kristdemokraternes Kvindeforbund í hinum Norðanlondunum. Í ár eru luttakarar úr Svøríki, Noregi og Føroyum. Ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan er fullsett.

Evnið fyri ráðstevnuna hesa ferð er: (Út)búgving av komandi ættarliðum: Hvussu fyrireika vit á besta hátt okkara børn og ungu til at føra okkara kristna arv og virðir víðari og tryggja okkara komandi ættarliðum eina trygga tilveru.

Áhugaverdir talarar verða:

Elisabeth Hvítklett Joensen, leiðari fyri Aglov International í Føroyum.

Rósalind Olsen, námsfrøðingur, varaleiðari i barnagarðinum Sóljuhjarta.

Jastrid Høj, skúlastjóri í Frískúlanum Keldan.

Hallgerð Akurstein, leiðari á ferðastovuni í Norðoyggjum.

Hildigunn Steinhólm, Fróðskaparsetur Føroya.

Vinaliga

Vegna fyrireikarnar

Mia av Kák Joensen