Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í ár er Víkingur við frá byrjan

Jákup Ósá

Hagtøl, karakterur og besti leikari í Víkingi fyrsta triðingin av Effodeildini.

Víkingur er oddalið eftir fyrsta triðingin. Ein óvanlig støða seinastu árini, tí ofta hevur Víkingur mist nógv júst fyrsta triðingin fyri síðani at vera sannførandi seinni. Niðanfyri verður mett um oddaliðið í Effodeildini. 

Toppskjútti:

1. Filip Djordjevic 6 mál

2. Gert Hansen 3 mál

Flest upplegg:

1. Andreas Lava Olsen/Bárður Hansen/Sølvi Vatnhamar 3 upplegg

Deyðbóltar fyri: 9

Deyðbóltar ímóti: 5

Størst prosent part av málunum mált í málum og uppleggum:

37 % : Filip Djordjevic (antin skorað ella lagt upp til 37 % av málunum hjá Víkingi)

Besti leikari: Sølvi Vatnhamar

Sølvi hevur spælt ein týðandi leiklut hjá Víkingi í ár. Hann er leikarin, sum nærum altíð avrikar á høgum støði. Er týðandi bæði fyri verjupartin og álopspartin. Á sentrala miðvøllinum hevur tað alt at siga fyri Víking, at Sølvi framhaldandi verður tøkur og eins væl spælandi restina av árinum.

Karakter til Víking: 8

Leikliga hevur Víkingur ikki verið so sannførandi, men tað eru nú einaferð stigini, ið telja. Víkingur er oddalið og hevur fingið tað byrjanina, sum felagið ynskti frammanundan. Tí undanfarnu árini hevur Víkingur verið sannførandi seinni í árinum, men hevur mist ov nógv fyrstu umførini. Tað er ikki hent í ár, tí nú er Víkingur við frá byrjan. Liðið hevur bara tapt ein dyst og eingin ivi er um, at liðið kann blíva enn betri. M.a. við at fáa Hans Paula Samuelsen ordiliga í gongd. Í Sarpugerði er møguleikin fyri FM heitinum kanska størri enn vanligt, men munurin niður til næstu liðini er sera lítil, so um nøkur umfør kann alt vera nógv broytt. 

Karakterirnir vera givnir soleiðis:

10: Heimsklassa avrik

9: Framúrskarandi avrik

8: Gott avrik

7: Yvir miðal avrik

6: Miðal avrik

5: Undir miðal avrik

4: Toluligt avrik

3: Vánaligt avrik

2: Sera vánaligt avrik

1: Pínligt avrik