Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lambið varð bjargað

Helgi Abrahamsen

Hetta er tíðin, tá seyðurin lembir og bøndur ofta liggja í svøvnloysi, tí ótespiligt veður og ymsir vandar hótta hesi veiku nýlembdu lombini. Men onkrar sólskinssøgur eru eisini um lomb sum eru bjargað tá illa stóð til. Eina av hesum søgunum skrivaði Steinvør Fonn á facebook í gjár.

Hon skrivar, at seinasta leygarmorgun lembdi ein ær eitt veðurlamb inni í seyðahúsinum hjá teimum. Seyðurin stóð inni, tí veðrið hevði verið ótespiligt alla vikuna. Men henda dagin varð  seyðurin sleptur  út, tí nú var  aftur turt, og tey fóru so til Havnar, har dreingirnir skuldu sparka bólt.

Tá ið vit komu norður aftur, fóru vit beina leið út aftur at hyggja til seyðin. Alt sá gott út, men so sóu vit eina ær, sum gekk og jarmaði. Levi rópti meg og bað meg hyggja, um eg sá nakað lamb. Eingin onnur ær var nær námind. – So hoyrdu vit eitt smálambajarm, men sóu einki lamb. Vit hugdu rundan um okkum og eitt sindur burturfrá, men sóu einki. Tað var fitt av vindi, og tað forstýraði eisini, so vit ikki hoyrdu, hvar ljóðið kom  frá. Og tað jarmaði ikki aftur,” skrivar Steinvør.

Tætt við  var ein smøl, næstan ósjónlig veit.

Levi stakk hondina niður í veitina og føldi smálambið. Veitin var djúp og smøl. Á einari mynd síggja tit holið, har Levi dró tað uppúr. – Lambið fekk mjólk frá mammuni beinanvegin – og eg mundi ikki blivið liðug at siga “Áhhhh!” við einum syrgnum og glaðum tóna,” skrivar hon um hesa gleðiligu hendingina.

”Høvdu vit ikki farið handan túrin, hevði lambið doyð og hevði aldrin verið funnið, tí man sá púrt einki til tað,” skrivar Steinvør, og leggur afturat:

”Man má vera hjá seyðunum næstan alt døgnið hesa tíðina. Tíðin flýgur avstað úti í seyðahúsinum. Har er altíð okkurt at gera og annars njóti eg bara at hyggja at teimum og vera saman við teimum. Tað er satt balsam fyri sálina.”

Seyðin tóku tey inn aftur sama leygarkvøldið, og líkindini hava verið vánalig líka síðani. Steinvør endar frásøgnina við orðunum:

”Nú VÓNI eg, at veðrið fer at blíva betri.”

Harleyfacadeacryl