Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskur dansur

Tíðindaskriv

Landsdansistevnan, sum er 3. hvørt ár verður í ár í Klaksvík.


Stevnan verður 21. mai. Dansara úr øllum dansifeløgunum í Landinum luttaka, og plagar tað at vera umleið 4-500 fólk. Borðhald verður í Badmintonhøllini og dansað verður í Skálanum.

Í ár luttekur eisini, sum nakað nýtt, ung í dansi, tað eru ung fólk sum hava tikið seg saman í eitt felag at kvøða og dansa saman.

Klaksvíkar Dansifelag leggur fyri við kópakvæðnum, sum Jóngerð Midjord skipar.

Timeldingarfreistin er 10. mai.

Vant verður komandi sunnukvøld kl. 20.30.

Til ber at tekna seg sum lim í Klaksvíkar Dansifelag við at senda ein teldupost til skalin@olivant.fo 

Limagjaldið er 100 kr. um árið.

Harleyfacadeacryl