Fýra tær seinastu ferðirnar, tá KÍ og B36 hava spælt móti hvørjum øðrum í cup dysti í steypakappingini, so hevur vinnarin vunnið steypakappingina.
Í nýggjari tíð hava KÍ og B36 spælt 7 ferðir móti hvørjum øðrum. Harav 5 ferðir í cup dysti, har vinnarin fer víðari, meðan tveir vóru í bólkaspæli. Og hvørja ferð hesi liðini hava spælt móti hvørjum øðrum í cup dystum, so hevur vinnarin vunnið steypakappingina. Harav hava tríggjar steypafinalur verið millum hesi liðini. B36 vann tvær, meðan KÍ vann eina. Tríggjar tær seinastu steypafinalurnar, sum KÍ hevur verið í, hava allar verið ímóti B36.
2006: B36-KÍ 2-1, steypafinala
2004: B36-KÍ 1-1 og KÍ-B36 1-1, bólkaspæl
2003: B36-KÍ 4-1 og KÍ-B36 1-7, hálvfinalur
2001: B36-KÍ 1-0, steypafinala
1999: B36-KÍ 1-3, steypafinala
Dystir: 7
KÍ vunnið: 1
Javnleikur: 2
B36 vunnið: 4




