Verður hann avloysarin hjá Jobin Drangastein í Víkingi?
Verður hann avloysarin hjá Jobin Drangastein í Víkingi?
Sorin Anghel bleiv undan hesum kappingarárinum settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá Víkingi. Hann hevur eisini skift spæliloyvið til Víking, og í dag var 36 ára gamli rumenin aftur at síggja á vøllinum, tá 1.deildarliðið hjá Víkingi vann heili 6-0 á AB. Sorin var eisini millum málskjúttarnar og skoraði málið til 3-0. So er spurningurin, um Sorin Anghel møguliga seinni verður uppá tal sum leikari til Effohópin sum leikandi hjálparvenjari.




