”Lat meg at enda gera vart við, at um eg ikki atkvøddi fyri hjúnabandslógini við 2. viðgerð, so høvdu vit hvørki havt nakra lóg ella nakra samgongu í dag.”
Við hesum orðunum staðfestir Heðin Mortensen í einum lesarabrævi í dag, at málið um at broyta hjúnabandslógina var ein kabinetspurningur fyri samgonguna. Fall málið, so fall samgongan eisini.
Heðin Mortensen er misnødgur við eitt innslag í Degi og Viku á gjárkvøldið, har hann verður lagdur undir at hava kvikað sær av landinum, fyri at sleppa undan at atkvøða við 3. viðgerð av málinum um at broyta hjúnabandslógina. Prógvið fyri hesum sigur Kringvarpið vera, at flogferðaseðilin varð bílagdur dagin fyri ferðina.
”Kona mín og eg avtalaðu í góðari tíð at fara hesa ferð, har ið vit eisini fingu høvið at vitja son okkara, sum arbeiðir og býr í Írlandi,” sigur Heðin Mortensen.
”Meðan konan kundi bíleggja sín ferðaseðil longu 15. mars, valdi eg at bíða, tí eg visti ikki hvønn dag, ið eg kundi fara av landinum orsakað av løgtingsarbeiði,” sigur hann.
Borgarstjórin vísir á, at ætlanin var, at Løgtingið skuldi fara heim flaggdagin, men málini komu í drag, og tí bíðaði hann at kalla til seinastu løtu, áðrenn ferðaseðilin varð bílagdur.
Og so endar hann við at staðfesta, at við at atkvøða fyri málinum við 2. viðgerð bjargaði hann bæði málinum og samgonguni.




