Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rógvi Jacobsen: – Eg bar Jan Joensen niðan á Háls

Danial Viðoy

Rógvi Jacobsen sigur, at tað var Jóannes Jacobsen, sum gjørdi forarbeiðið, sum var við til at tryggja KÍ og Tony Paris greipuna í 1999. Tann besti dysturin var í Gundadali, tá ið Kurt varð hetjan í sínum seinasta dysti, áðrenn skiftið yvir til Sogndal í Noregi.

Rógvi Jacobsen sigur, at tað var Jóannes Jacobsen, sum gjørdi forarbeiðið, sum var við til at tryggja KÍ og Tony Paris greipuna í 1999. Tann besti dysturin var í Gundadali, tá ið Kurt varð hetjan í sínum seinasta dysti, áðrenn skiftið yvir til Sogndal í Noregi.

Í seinnapartsendingini hjá Norðlýsinum fyri løtu síðani prátaðu feðgarnir Joensen við Rógva Jakobsen um tíðina sum fótbóltsleikari, bæði um tíðina í KÍ og HB. Hetta, tí nú sunnudagin verður dystur ímillum júst hesi liðini í Djúpumýru.

– Vit bóru hvønnannan niðan á Háls

Rógvi Jacobsen fegnast um at hava verið við til gullárið ’99, tá ið Tony Paris stóð á odda fyri KÍ-liðnum. Tað skuldi hart arbeiðið til at vera við í fremstu røð:

– Ja, vit vóru kropsliga sera væl fyri tað árið. Um várið runnu vit niðan á Háls, og tað avbera ofta eisini.

Men ikki nokk við tí:

– Vit skuldu bera hvønnannan. Eg minnist at eg og Jan Joensen vóru greipaðir. Vit skuldu skifta um at bera hvønn annan 50 metrar ísenn…

Tað kostaði at tapa:

– Og hvørja ferð vit taptu ein dyst, skuldu vit renna niðan á Háls.

Men hvat tá ið tit vunnu?

– Tá hendi onki, sigur Rógvi, tá sluppu vit bara at vera til og spæla fótbólt.

Til arvafíggindarnar at spæla

Í 2001 fór Rógvi Jacobsen til Havnar í læru hjá Høgna Mikkelsen. Og tú fórt til Havnar í læru, tí tú skuldi leika við HB ella hvat?

– Nei tað var ikki orsøkin, men treytin hjá Mikkelsen var, at eg skuldi spæla í HB afturfyri, sigur Rógvi flennandi.

Í 4 ár vann Rógvi 3 meistaraheiti og 1 steypakapping. Og tá hann kom aftur úr Íslandi vann hann aftur meistaraheitið í 2006. Tað var tá ið KÍ vann meistaraheitið fyri HB, tá ið KÍ oyðilegði gulldreymin hjá EB/streymi á seinasta leikdegi. – Í Gundadali vann HB í síðstu løtu á ÍF við millum annað einum málið frá Rógva.

Rógvi sigur eisini, nú tíðin sum yrkisleikari er liðug, er ikki nógv tíð til fótbóltin, nógv annað hevur yvirtikið. Men hann minnist fyrstu tíðina eftir at gaggurnar vóru settar á hillina, at hann saknaði tað sosiala almikið. Tað vóru gullverdar løtur, ja bæði so og so.