Í stigum eru tað fýra lið, sum hava framgongd í mun til um somu tíð í fjør.
KÍ hevur nógv størstu framgongdina, har liðið hevur 9 stig fleiri enn eftir 11 umfør í fjør. Víkingur hevur eisini greiða framgongd, meðan AB og B36 eru hini liði, ið hava framgongd. TB og NSÍ eru liðini við størstu afturgongdini.
Niðanfyri er munurin í stigum í 2016 samborið við 2015 eftir 11 umførum:
+ 9 stig KÍ
+ 5 Víkingur
+ 2 AB
+ 1 B36
0ÍF
– 1 HB
– 4 NSÍ
– 6 TB




