André Olsen var fyrstu 6 umførini liðskipari hjá Effoliðnum hjá B68.
Hann byrjaði sum liðskipari hjá B68 hetta kappingarárið, men nú hevur André Olsen skift til arvafíggindarnar úr NSÍ.
Tað sást á dómaraseðlanum í 1.deild í dag, har André spældi við NSÍ ímóti Giza/Hoyvík. 6 tey fyrstu umførini í ár var André liðskipari hjá Effoliðnum hjá B68, men síðstu umførini hevur hann ikki verið í hópinum hjá B68. Og nú er greitt, at André hevur flutt til NSÍ, har tó einki enn er komið fram um, hvørs hann verður partur av Effohópinum ella 1.deildarhópinum.
André spældi tilsamans 400 minuttir fyri B68 í ár.




