Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsdansistevnan varð sett í Vágstúni í dag í fagrasta veðri

Orð og myndir: Dávur Winther

Bjørn Kalsø løgtinglimur, setti landsdansistevnuna í dag kl. 16:30 í Vágstúni, har hópin av fólki hevði leitað sær.

Landsdansistevnan verður hildin triðja hvørt ár, og í ár er tað Klaksvíkar Dansifelag, sum er vertur fyri stevnuni. Umleið 400 dansarar úr 14 dansifeløgum verða við hesa ferð.

Eftir at stevnan varð sett, varð sjálvandi dansað, og øll vóru vælkomin uppí. Eftir dansin varð farið í Badmintonhøllini, har borðhald varð fyri mongu gestunum.

Eftir borðhaldið verður farið í Skálan, har hvørt dansifelag skipar eina vísu. Heini Mohr, sum er formaður í Klaksvíkar Dansifelag, tók til, at fimm tímar ella meir verður dansað.