Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott veður hesa vikuna

Hanus Kjølbro

Tað verður lítið av vindi i vikuni, sum nú er byrjað.

Eitt hátrýstøki mennist yvir alt Vesturevropa. Tað røkkur úr Spania og heilt norður til Grønlands. Í hesum øki er veðrið gott – lítið vindur og einki avfall.

Sum dagarnar fara at ganga í vikuni, fer hátrýstøki at flyta seg sitt sindur eystureftir, men Føroyar fara at liggja í økinum kortini alla vikuna.

Vindur kemur úr høgum vestri í dag – 3 til 5 m/s. Hitin fer at liggja um 7 til 9 stig. Turt og sólglottar.

Í morgin og í ovurmorgin kemur vindurin úr ættunum ímillum útnyrðing og landnyrðing – 3 til 5 m/s. Hitin fer at liggja um 7 til 9 stig. Turt og sólglottar.

Hósdagin broytist ættin niður í útsynning-sunnan. Hitin fer upp í 10 til 13 stig.