Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Van Gaal hevur fingið sekkin

Helgi Abrahamsen

Manchester United hevur sagt hollendska venjaran, Louis van Gaal úr starvi. Tað siga fleiri bretskir fjølmiðlar í dag.

Sambært Sky Sports fer felagið at boða frá í dag, at venjarin er frákoyrdur, og eisini skrivar Sky Sports, at Louis van Gaal hevur fingið endaligu boðini.

Louis van Gaal tók við sum venjari tann 19. mai 2014 og undir hansara leiðslu er felagið endað á einum fjóðra- og einum fimta plássi í Premier League, umframt at felagið júst hevur vunnið FA Cup.

Roknað verður við at fyrrverandi Chelsea-venjarin, José Mourinho, tekur við sum venjari hjá United, og at sáttmálin teirra millum verður klárur í morgin.