Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gásarungar í serviðgerð

Oliver Joensen

Nýtt um gásarungarnar úr Norðlýsinum seinasta fríggjadag. Lesararnir hjá Norðlýsinum fingu fríggjadagin søguna um gásarungarnar á Trøllanesi, har bøgan rýmdi av eggunum, møguliga tí ungin, ið kom út seinast bløddi úr eyganum og hon helt kanska at so var ikki vert at bøla restini.

Tey bæði bóndahjúnini, Maud og Bárður Østerø tóku sær so av restini av eggunum og koyrdu tey í klekimaskinuna. Neyðugt var við serviðgerð av hesum ungunum, tí teir vóru ikki heilt í lagi, teir kundu nevniliga ikki ganga. Hjúnini funnu upp á ráð og nú frætta vit av Trøllanesi at allir ungarnir eru farnir í hagan við gásaparinum.

Fyri at fáa bøguna at taka allar, tóku vit teir fyrstu fimm frá henni og koyrdu teir í eitt búðir saman við hinum, tá so ein tíð var gingin, sleptu vit allar til hana, og tað bar til, bøgan og steggin tóku við øllum 12 ungunum, og tey eru øll nú farin í hagan.

Fá tær fatur á Norðlýsinum nummar 18 og fá byrjanina til søguna.

Harleyfacadeacryl