Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eysturkommuna fingið átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni

Helgi Abrahamsen

Løgtingsins Umboðsmaður hevur givið Eysturkommunu eina átalu. Átalan er fyri, at kommunan ikki gav einum persóni endaligt svar, tá hesin sendi kommununi eina umsókn um at sleppa at seta upp eitt tjaldingarøki, og leiga tað út í sambandi við G!-festivalin í 2013.

Kommunan noktaði at lata loyvi, og sambært kæraranum var hetta orsaka av, at kommunan vildi stuðla G!. Kommunan sjálv sigur í skrivi til kæraran tann 13. juli 2013, at tað er løgreglan sum hevur mælt frá at geva loyvi.

Eg haldi, at Eysturkommuna kann ikki sleppa sær undan at taka støðu í málinum við at vísa til óavklárað viðurskifti, sum aðrir myndugleikar taka sær av,” sigur Løgtingsins Umboðsmaður.

Avgerðin hjá kommununi varð kærd til Innlendismálaráðið, sum í juni 2013 sendi málið til nýggja viðgerð og støðutakan. Seinni varð Kommunudeildin kunnað um, at kommunan ikki hevði fylgt boðunum um nýggja viðgerð.

Umboðsmaðurin metir, at handfaringin hjá Eysturkommunu av hesum máli er brot á góðan fyrisitingarsið og gevur tí kommununi eina átalu fyri viðgerðina av málinum. Eisini gevur umboðsmaðurin Kommunudeildini undir Innlendismálaráðnum eina átalu fyri at hava lokað málið uttan at tryggja sær, at málið var avgreitt.