Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vánalig kort skipan: 16 leikarar á markinum til leikbann

Jákup Ósá

Í ár skulu bara tvey kort til fyri at fáa leikbann í steypakappingini.

Undan hesum kappingarárinum góðtóku fótbóltsfeløgini uppskot um, at tað skuldu færri kort til fyri at fáa leikbann. Í landskappingini fór talið frá 5 niður á 4 og í steypakappingini frá 3 niður á 2 gul kort. Tað hevur eisini merkt, at tað longu hava verið nógvir leikarar uttanfyri við leikbanni í landskappingini.

Í steypakappingini hava tey fýra liðini, ið eru eftir, bara leikt tveir dystir enn. Tað er eisini rættuliga ymiskt, hvørjari mótstøðu hesi liðini hava møtt og tað hevur stóra ávirkan á, hvussu nógv kort liðini hava fingið. Skála hevur t.d. havt lættan veg í hálvfinaluna, tí liðið hevur bara møtt liðum úr lægri deildum. Tað hevur helst eisini gjørt, at Skála hevur fingið so fá kort, tí í landskappingini er Skála millum liðini, ið hevur fingið flest kort. Hinvegin hava KÍ og Víkingur havt truplastu dystirnar á pappírinum og hetta eru eisini liðini, ið hava fingið flest kort. 7 leikarar hjá Víkingi og 6 hjá KÍ mangla bara eitt gult kort fyri at fáa leikbann í steypakappingini.

At 16 leikarar longu í triðja dystinum skulu standa á markinum til leikbann sigur okkum, at tað helst er neyðugt at hyggja eftir kort skipanini. Siga vit, at ein leikari t.d. fær eitt gult kort av órøttum, so má hann ansa eftir restina av steypakappingini, um hann ikki skal fáa leikbann. Eisini rakar tað liðini alt ov ymiskt, har lið við løttum lutakasti ikki hava fyri neyðini at fáa kort yvirhøvur og tað hava vit sæð púra greitt í steypakappingini í ár. Ikki bara hjá teimum fýra liðunum, ið eru eftir í kappingini. Tað kann ikki vera rætt. Eisini er stórur vandi fyri, at ein rúgva av leikarum stendur á markinum til at missa steypafinaluna og hvat er endamálið við at hava eina steypafinalu, har liðini møguliga mangla fleiri av sínum leikarum? Í Champions League og øðrum kappingum við, har vera gulu kortini strikað undan finaluni, soleiðis at eingin situr uttanfyri vegna leikbann í finaluni vegna ov nógv gul kort. Tað kundi verið ein loysn. Í øllum førum er núverandi skipan illa gjøgnumhugsað.

Hesir leikarar mangla eitt gult kort til at fáa leikbann í seinnu hálvfinaluni:

Skála:

Brian Jacobsen

Mótstøðulið higartil: Undrið FF (úti) og Giza Hoyvík (úti)

Víkingur:

Atli Gregersen

Jákup V. Olsen

Filip Djordjevic

Gunnar Vatnhamar

Magnus Jarnskor

Gert Hansen

Heðin Hansen

Mótstøðulið higartil: FC Suðuroy (úti) og HB (heima)

KÍ:

Jákup B. Andreasen

Súni Olsen

Hjalgrím Elttør

Ísak Simonsen

Semir Hadzibulic

Túrur Justesen

Mótstøðulið higartil: ÍF (úti) og B36 (heima)

NSÍ:

Jonleif Højgaard

Jens Joensen

Mótstøðulið higartil: TB (úti) og EB/Steymur (heima)