Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað var skeivt at siga skúlaleiðaran í Hvalvík úr starvi

Helgi Abrahamsen

Grundgevingin fyri avgerðini var skeiv, Mentamálaráðið eigur at taka málið upp til nýggja viðgerð, og reglurnar í fólkaskúlalógini um niðurlegging av skúlum eiga at verða gjørdar greiðari. Tað sigur Løgtingsins Umboðsmaður í eini niðurstøðu viðvíkjandi skúlaleiðaranum í Hvalvík.

Mentamálaráðið segði skúlaleiðaran úr starvi frá 1. august í ár at roknað. Grundgevingin fyri avgerðini var, at starvið skuldi niðurleggjast í sambandi við at skúlabygnaðurin í Sunda kommunu skuldi broytast. Hvalvíkar skúli skuldi í hesum sambandinum ikki verða varðveittur sum sjálvstøðugur skúli.

Men Løgtingsins Umboðsmaður er ikki samd. Hon vísir á, at á fólkaatkvøðuni 26. januar atkvøddi ein meiriluti fyri at varðveita skúlan, og hetta hevði við sær, at Hvalvíkar skúli framhaldandi er ein sjálvstøðugur skúli við egnari leiðslu og skúlastýri. Tí var tað skeivt at siga skúlaleiðaran úr starvi, og Mentamálaráðið hevur fingið eina áheitan um at taka málið upp til nýggja viðgerð. Eisini verður Mentamálaráðið biðið um at kunna Løgtingsins Umboðsmann um, hvat víðari hendir í málinum.

Umboðsmaðurin ger tó vart við, at spurningurin um hvørjir flokkar skulu vera í varðveitta skúlanum, fellur uttanfyri hennara viðgerð av málinum.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, hevur sagt við Kringvarpið, at uppsøgnin verður helst tikin aftur.