Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórsligin konsert í Christianskirkjuni

Tíðindaskriv

Sunnudagin, 29. maj kl. 16.00, verður ein sera spennandi og stórsligin konsert í Christianskirkjuni. Vit fáa vitjan úr Noreg. Tað verða tvey kór frá Giske kommunu, sum liggur í Sunnmøre – eitt mannskór stjórnað av Arne Tunheim, og blandakór, stjórnað av Arnfinn Vartdal – . Við sær hava tey ein solist, Andre Sjåvåg (baryton) og klaverspælara, Richard Powell . Vit fáa eisini tónleik frá Godøy Brass, stjórnað av Rikard von Løwensprung.

Mannskórið hevur síðani byrjan (1995) javnan luttikið í stórum mentanarligum tiltøkum, umframt luttikið til nógvar kirkjukonsertir.”


SUNNUDAGIN, 29. MAJ KL. 16.00 – KONSERT Í CHRISTIANSKIRKJUNI V/GISKE MANNSKÓRI, BLANDA KÓR, OG GODØY BRASS – VÆLKOMIN