Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borivognar til Klaksvíkar

Hallstein Jacobsen

Seinastu tíðina hava borivognar verið í Fuglafirði, har teir hava borað frystitunlar, sum skulu rúma 25.000 tonsum av frystum rávørum.

Hetta hevur víst seg at verið ein góð íløga, tá hugsað verður um alt tað tilfeingið, sum kemur um kai kantin her í Føroyum.

Tey seinastu fýra árini hava vit verið vitni til, at millum annað havnaøkið í Klaksvíkar Kommunu er blivið meira og meira afturúrsiglt í mun til onnur havnaøki. Hetta er nakað, sum Klaksvíkar Kommuna eigur og skal gera nakað við. Um vit ætla okkum nakað sum fiskivinnuhøvðusstaður og innan tað maritima økið, so má nakað henda nú. Hetta kann ikki bíða, tí vit síggja, at havnir rundan um okkum blíva størri og meiri modernaðar.

Eitt stig á leiðini er at gera frystitunlar á Norðhavnini. Klaksvíkar Kommuna má fara at hyggja at møguleikanum fyri at gera frystitunlar, soleiðis at vit kunnu bjóða skipum at leggja veiðuna upp á land her í Klaksvík. Vit hava longu eina frystigoymslu, sum rúmar góðum 5.000 tonsum, men hetta er alt ov lítið, tá hugsað verður um, at vit longu hava skip, sum leggja stóran fong á kai kantin her í Klaksvík.

Her er tað, at frystitunlarnir koma inn í myndina, tí vit eiga at miða eftir at fáa enn meira fisk og tilfeingi landað í Klaksvík. Her hugsi eg eitt nú um fisk og tilfeingi, ið fer upp á land uttanlands.

Kommunan eigur at seta pengar av til í øllum førum at kanna møguleikan at gera hesar tunlar, tí sum sagt so eru royndirnar av frystitunlum aðrastaðni so sum í Fuglafirði sera góðar.

Hetta fer eisini at skapa fleiri arbeiðspláss, og fer hetta at gagna øllum pørtum: landi, kommunu og ikki minst fólkinum.

Um vit ætla at taka ímóti meiri fiskatilfeingi, so er ein onnur treyt, at vit mugu leingja Norðhavnina. Tá er brúk fyri nógvum gróti, og kann hetta fáast úr fyrrnevndu frystitunlunum, sum skulu verða gjørdir beint við. Her eru tvær verkætlanir, sum kunnu saman tvinnast til eina stóra verkætlan, har grótið frá frystitunlunum verður brúkt til at leingja Norðhavnina við. Hetta vil merkja, at tá frystitunlarnir eru komnir, so er bryggjukanturin eisini klárur til at taka ímóti tí vónandi økta traffikkinum av skipum og bilum.