Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørn Kalsø spyr Henrik Old um asfalt

Helgi Abrahamsen

Hvat slag av tilfarið er lagt á koyribreytina eystanfyri tunnilsmunnan á Viðareiðistunnlinum, og hvussu hevur hetta arbeiðið eydnast?

Hvat slag av tilfarið er lagt á koyribreytina eystanfyri tunnilsmunnan við Viðareiðistunnilin, og hvussu hevur hetta arbeiðið eydnast?

Tað vil Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, hava Henrik Old, landsstýrismann, at svara í einum sokallaðum ”grein 52a spurningi”.

Bjørn Kalsø spyr eisini um tilfarið, sum er  lagt  á verður tikið av aftur, og  hvat  tilfar verður í sofall lagt á ístaðin. Eisini spyr løgtingsmaðurin fleiri aðrar spurningar í sambandi við arbeiðið.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Bjørn Kalsø, at  eystanfyri tunnilsmunnan á Viðareiði sær út til at tilfar longu er lagt á, men at tilfarið tykist sera leyst og ójavnt.

“Landsstýrimaðurin í Samferðslumálum hevur fyrr boðað frá, at farið er yvir til at nýta bíligari tilfar á vegastrekkjum, har tað sambært Landsverki er lítil ferðsla,” sigur Bjørn Kalsø. Tí hevur hann sett spurningin, fyri at fáa at vita, hvussu landsstýrismaðurin heldur at nevnda bíliga tilfar roynist, og um hann framhaldandi fer at mæla til, at hetta slagið av tilfari verður nýtt.

Spurningarnir eru hesir:

1. Hvat slag av tilfarið er lagt á koyribreytina eystanfyri tunnilsmunnan á Viðareiðistunnlinum?

2. Hvussu hevur eydnast at leggja tilfarið á eystanfyri tunnilsmunnan og móti Viðareiði?

3. Verður tilfarið, sum er lagt á tikið av aftur, og nýtt tilfar lagt á?

4. Um nýtt tilfar verður lagt á – hvat tilfar verður so talan um?

5. Hvør verður eyka kostnaðurin um arbeiðið skal gerast av nýggjum?

6. Hvør verður ávirkanin á tíðarætlanina, um asfaltarbeiðið verður gjørt av nýggjum?

7. Eru onnur vegastrekki í landinum, har sama tilfar er nýtt, og neyðugt hevur verið at gjørt arbeiðið tvær ferðir, orsaka av trupulleikum við tilfarinum?

8. Um svarað verður játtandi í spurningi 7 – hvørji vegastrekki er so talan um, og hvør hevur eyka kostnaðurin verið?

9. Hvussu er landsstýrismaðurin nøgdur við tilfarið, sum sambært Landsverk nú verður nýtt at “asfaltera” við á vega strekkjum, har ferðslan ikki er so stór?

10. Kann roknast við at nevnda tilfar framhaldandi fer at verða nýtt – ella verður farið aftur til at nýta asfaltið, sum verður nýtt á vegastrekkjum har meir ferðsla er?

Grein 52a spurningar verða svaraðir skrivliga, og landsstýrismaðurin skal svara innan 10 yrkadagar frá tí at spurningurin er settur.


Harleyfacadeacryl