Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bassi á føðingardagsferð – byrjar á Norðoyastevnu

Tíðindaskriv

Nú bjóðar Bassi aftur børnunum í stóran føðingardag hesaferð saman við Gyklaranum Ásbjørn. Ársins fyrsti Bassaføðingardagur verður mikudagin 1. juni kl. 16.30 á Norðoyastevnu í Klaksvík.

Nú bjóðar Bassi aftur børnunum í stóran føðingardag hesaferð saman við Gyklaranum Ásbjørn. Ársins fyrsti Bassaføðingardagur verður mikudagin 1. juni kl. 16.30 á Norðoyastevnu í Klaksvík.

Á Bassaføðingardegnum fer Gyklarin Ásbjørn at gykla fyri børnunum saman við Bassa og børn koma eisini at syngja.

Skráin fyri Bassaføðingardagin sær soleiðis út:

Mikudag 1. juni í Klaksvík kl. 16.30 á Norðoyastevnu á stevnuøkinum
Hósdag 9. juni í Sørvági kl. 17.00 á Countryfestivalinum
Fríggjadag 17. juni í Saltangará kl. 16.30 á Eystanstevnu uttan fyri Eik
Fríggjadag 24. juni á Tvøroyri kl. 17.00 á Mentanarnáttini
Leygardag 25. juni í Tórshavn kl. 14.00 á Voxbotn á Vaglinum
Sunnudag 3. juli í Húsavík kl. 15.00 á Sandoyarstevnu
Harleyfacadeacryl