Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

16 ára gomul skoraði hattrik hjá KÍ kvinnunum

Oliver Joensen

Ungu leikararnir gjørdu um seg hjá KÍ í kvøld.

KÍ vann stórsigur í Sarpugerði í kvøld.

Úrslitið gjørdist heili 9-0 til KÍ, sum sostatt framvegis er oddalið við betri málmuni enn EB/Streymur/Skála. KÍ var á odda 5-0 í hálvleikinum. Serliga vóru tað ungu leikararnir sum gjørdu um seg í kvøld. Evy á Lakjuni (16 ár) skoraði hattrik, meðan Hervør Olsen(19 ár) skoraði 2 mál. Hini málini skoraði Malena Josephsen, Maria K. Thomsen, Rannvá B. Andreasen og tað eina var sjálvmál.