”Tað samstarv, ið eg sum stjóri í einum virki áður havi havt við viðkomandi, er eisini avgerandi fyri niðurstøðu mína.” Tað skrivar Poul Michelsen, landsstýrismaður, í einum brævi til Løgmann.
”Tað samstarv, ið eg sum stjóri í einum virki áður havi havt við viðkomandi, er eisini avgerandi fyri niðurstøðu mína.” Tað skrivar Poul Michelsen, landsstýrismaður, í einum brævi til Løgmann tann 30. mai, har hann greiðir frá, hví hann ikki vil hava John Rajani í starvið sum aðalstjóra.
Søkja av nýggjum
Løgmaður boðaði frá fríggjadagin, at starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum verður lýst av nýggjum. Hetta verður gjørt hóast setanarbólkurin skrivaði í síni innstilling til Løgmann:
”Sum heild verður mett, at John er serstakliga væl skikkaður til starvið.”
Avgerðin um at síggja burtur frá innstillingini hjá setanarbólkinum, sigur Løgmaður, er tikin út frá eini ”heildarmeting”, men hvørjar orsøkir liggja fjaldar aftanfyri orðið ”heildarmeting”, hevur Løgmaður ikki vilja sagt nakað um. Sambært brævinum sum Poul Michelsen hevur sent Løgmanni viðvíkjandi innstillingini, so metir hann ikki, at ráðið og hann sum landsstýrismaður kunnu samstarva við John Rajani á ein nøktandi hátt. Orsøkirnar fyri hesum sigur hann vera ógegni til at viðgera aliøkið, teleøkið, og partar av bankaøkinum, og hetta kann hava við sær, at alt ráðið verður ógegnugt og tí kunnu hesi málsøki verða flutt frá ráðnum.
Johan Rajani hevur víst øllum hesum aftur (meira um tað seinni).
Men so leggur Poul Michelsen afturat:
”Tað samstarv, ið eg sum stjóri í einum virki áður havi havt við viðkomandi, er eisini avgerandi fyri niðurstøðu mína.”
Álit á politisku skipanina
Í samgonguskjalinum hjá sitandi landsstýrissamgongu stendur:
”Í øllum arbeiði vilja vit skapa álit á politisku skipanina. Øll mál skulu viðgerast í opinleika, og fólk, sum vara av, serfrøði og fakfólk verða hoyrd og vird. Somuleiðis skal rættartrygdin styrkjast og verjast eins og rætturin hjá borgaranum til innlit og gjøgnumskygni.”
Poul Michelsen og Johan Rajani arbeiddu saman eitt stutt skifti á Fiskasøluni fyri umleið 20 árum síðani. Um tað er avgerandi orsøk fyri einum aðalstjórastarvi í 2016, so er ringt at fáa eyga á, at álitið á politisku skipanina verður styrkt. Eisini er ilt at síggja virðingina fyri fakfólki, tá ein samdur setanarbólkur soleiðis verður settur til viks.




