“Skal siga frá, at eg havi tikið avgerð um at kæra løgmann og landsstýrismannin í Vinnu- og uttanríkismálum til Løgtingsins Umboðsmann.” Tað stendur í einum tíðindaskrivi, sum John Rajani sendi miðlunum seint seinnapartin í dag.
“Skal siga frá, at eg havi tikið avgerð um at kæra løgmann og landsstýrismannin í Vinnu- og uttanríkismálum til Løgtingsins Umboðsmann.” Tað stendur í einum tíðindaskrivi, sum John Rajani sendi miðlunum seint seinnapartin í dag. Hann boðar samstundis frá, at hann fer at halda fast við sína umsókn til starvið.
Hetta kann seta setanarnevndina í eina sera trupla støðu, tí um somu fólk skulu manna nevndina aftur, so kunnu tey illa siga annað enn tað, sum tey longu hava sagt, nevniliga at teirra meting er, at John Rajani er ”serstakliga væl skikkaður til starvið.” Eisini hava tey sagt, at grundarlagið fyri teirra støðutakan var somikið greitt, at tað ikki var neyðugt at hava fleiri samrøður við umsøkjarar. Tí kann tað gerast trupult hjá teimum at koma til aðra niðurstøðu næstu ferð tá ein innstilling skal gerast.
Eingin sjálvskrivaður
John Rajani viðgongur, at hann hevur ikki nakað rættarkrav uppá at fáa starvið sum aðalstjóri, men hann kann ikki góðtaka viðgerðina sum er farin fram í málinum.
“Tað er mín áskoðan, at viðgerðin av hesum máli hevur verið so langt úti og niðurgerandi fyri meg, at eg av principiellum ávum ikki kann standa modell til tað, sum er farið fram,” sigur John Rajani í tíðindaskrivinum.
Í sambandi við setanartilgongdina hevur hann verið til hópin av samrøðum við setanarbólkin. Eisini hevur hann verið gjøgnum umfatandi testir, framdar av útlendskum serføðingi, og sum úrslit av hesum bleiv hann sum einasti umsøkjari av tilsamans 11 mettur at verða einasti væl kvalificeraði persónurin til starvið.
Politisk viðgerð
“Tá henda viðgerð er liðug fara løgmaður og landsstýrismaðurin inn í eina politiska viðgerð av mínum persóni. Mangt av tí sum landsstyrismaðurin í Vinnu- og uttanríkismálum førur fram er beinleiðis ósatt og niðurgerandi fyri mín persón. Eg kann als ikki góðtaka hesa tilgongd, og tí verður málið kært til Løgtingsins Umboðsmann, hvørs uppgáva fyrst og fremst er at halda eyga við almennu umstingini,” sigur John Rajani í tíðindaskrivinum.
Stríðið millum Poul Michelsen og John Rajani er blivið somikið persónligt, at tað verður trupult hjá løgmanni at seta teir báðar at arbeiða saman í Tinganesi, um tað skuldi hent, at setanarnevndin enn einaferð kom til ta niðurstøðu, at John Rajani er rætti maðurin til starvið.




