Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur Lions-forseti

Tíðindaskriv

Gunnar Streymoy hevur tikið við sum forseti í Lions Club Tórshavn.

Gunnar Streymoy hevur tikið við sum forseti í Lions Club Tórshavn

Tað verður Gunnar Streymoy, sum verður Lions-forseti, tá Lions Club Tórshavn seinni út á árið fer at hátíðarhalda sín 50 ára stovningardag sum fyrsti Lions Club í Føroyum.

Á seinasta regluliga limafundi var tað undanfarni forsetin, Mortan Poulsen, ið handaði Gunnari forsetaskjalið fyri skeiðið 2016/17.

Mannagongdin er tann, at tað er varaforsetin frá skeiðnum frammanundan, ið tekur við sum forseti og røkir sessin í eitt ár.

Sum nevnt, eru í ár 50 ár liðin, síðani Lions Club Tórshavn var settur á stovn, og tí verður ymiskt gjørt burturúr út á heystið.

Næsta stóra tiltakið hjá Lions Club Tórshavn verður annars sum vanligt listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku.