Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nevið Reyða bjargaði Klaksvíkini á Sundalagsstevnuni

Jákup Ósá

Nevið Reyða vann í stórum stíli á Sundalagsstevnu.

Tað gingu fleiri tímar áðrenn fyrsti róður fór á gongd á Sundalagsstevnuni, men tá gongd kom á, so gekk skjótt og allir róðrarnir blivu avgreiddir áðrenn kl. 20.

Nevið Reyða gjørdist júst ov stuttur á Norðoyastevnu, men hetta bleiv nógv broytt á Sundalagsstevnu. Nevið Reyða úr KRF vann í stórum stíli og var á odda allan vegin. Á málstrikuni var Nevið Reyða tvær bátslongdir frammanfyri næstu bátarnir.

Sostatt bjargaði hann KRF og klaksvíkingum á hesi stevnuni, tí annars vóru fleiri av hinum bátunum verri fyri enn á heimasjógvi fyri viku síðani. Tó komu fleiri heiðursmerkir og Fípan Fagra hjá dreingjum var móti endanum tætt við at endurvinna sigurin frá Norðoyastevnu. Fípan endaði tó á 3. plássi.