Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilflytarar skipa fyri ruddingardegi

Helgi Abrahamsen

Integratiónsnevndin í Klaksvíkar kommunu hevur tikið stig til “International Volunteer Day”, har tilflytarar fara at rudda og fríðka um býin.

Integratiónsnevndin í Klaksvíkar kommunu hevur tikið stig til “International Volunteer Day”, har tilflytarar fara at rudda og fríðka um býin. Talan er um ein sjálvbodnan arbeiðsdag, sum verður hildin leygardagin 18. juni kl. 9-16.

“Í Integratiónsnevndini hava vit tikið útgangsstøði við at spyrja, hvat vit kunnu gera fyri kommununa, heldur enn bert at spyrja, hvat kommunan kann gera fyri okkum,” sigur Kinga Eysturland, limur í Integratiónsnevndini, við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu. Hon leggur dent á, at Klaksvíkar kommuna seinasta árið hevur gingið á odda fyri at fremja integratión. Eitt nú hava fleiri tilflytarar arbeitt sjálvboðið á dagstovnaøkinum, skipað hevur verið fyri altjóða kafé og øðrum tiltøkum, har tilflytarar eru komnir í samband við føroyingar og aðrar tilflytarar.

“Vit hava sæð nógvar góðar avleiðingar av integratiónsfremjandi átøkum higartil, og nú ynskja vit at geva okkurt aftur. Vit vilja vísa samfelagnum, at vit ikki bert taka ímóti, men at vit eisini eru til reiðar at geva okkara íkast,” sigur Kinga.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu er formaður í Integratiónsnevndini, og hann fegnast um átakið.

“Hugskotið um ein sjálvbodnan ruddingardag er eitt greitt dømi um góða andan, sum er ímillum kommununa og tilflytararnar í býnum,” sigur hann.

Fyrsta Integratiónsnevnd í Føroyum

Integratiónsnevndin í Klaksvíkar kommunu er hin fyrsta av sínum slag Føroyum. Hon gevur tilflytarunum í kommununi eina rødd í stýrisskipanini og er bindilið ímillum býráðið og tilflytararnar í Klaksvík. Nevndin er mannað við tilflytarum og einum býráðslimi umframt borgarstjóran, sum er formaður í nevndini. Integratiónsnevndin veitir býráðnum ráðgeving og afturmelding í samband við mál, sum viðvíkja tilflyting.