Sámal Erik Hentze – ella Bagge sum hann oftani verður nevndur – hevur havt góð úrslit í Klaksvík, har flestu venjararnir annars hava roynt at tapt. Tí undan dystinum í gjár hevði hann ongantíð roynt at tapt í Klaksvík. Fimm ferðir høvdu hansara lið spælt í Klaksvík. Úrslitini vóru:
2015: KÍ-AB 1-3
2014: KÍ-B36 1-3
2013: KÍ-AB 1-1
2009: KÍ-HB 0-2
2008: KÍ-HB 0-0
Nú kann so fyrsta tapið leggjast afturat, tá KÍ í gjár vann 2-0 á Víkingi í toppdystinum í Klaksvík.




