Júst nú leggur kongaskipið Dannebrog at bryggju í Tórshavn eftir at drotningin í allan gjár vitjaði í Suðuroy. Sí myndarøð frá í morgun.
Júst nú leggur kongaskipið Dannebrog at bryggju í Tórshav eftir at drotningin í allan gjár vitjaði í suðuroy. Sí myndarøð frá í morgun
Hennara hátign Margretha Drotning er á almennari vitjan í Føroyum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini, sum byrjaði mánadagin í Suðuroy.
Tað eru seks ár síðan, at danska Kongshúsið seinast vitjaði í Føroyum.
Á ferðini í Føroyum hesaferð vitjar Margretha Drotning á Tvøroyri, Hovi, Hvalba, Sandvík, Tórshavn og á Sandi.
Margretha Drotning fer av landinum aftur hósdagin 16.juni.




