Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summartónar í Klaksvík

Tíðindaskriv

Summartónar verða aftur á skránni í Klaksvík. Konsertirnar, sum í summar verða 5 í tali, byrja allar kl 21 og verða tær í Spaniastovu. Atgongumerkini fáast í Leikalund hálvan tíma framman undan.


Fyrsta konsertin verður við Rógvi á Rógvi trio 17.juni.

Tónleikurin, sum verður spældur, er skrivaður av navnframa trummuleikaranum Rógvi á Rógvi.

Manningin er Leivur Thomsen, guitar, Arnold Ludvíg, bass, Rógvi á Rógvi, drums. Atgongumerki fáast við dyrnar hálvan tíma undan konsertini, sum byrjar kl 21.


Hinar konsertirnar verða :

1.juli kl 21 Danish Chamber Brass

8.juli kl 21 Nordic guitar duo

22.juli kl 21 Kata

12.aug. kl 21 Svabonia