Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mýrisnípan

Norðlýsið

Nú vit hava gingið í Skúvadal í eina tíð, so haldi eg meg hava varnast, at tað eru ikki so nógv tjøldur at síggja í ár. Men tað tykir sum um smáfuglurin er betur fyri í ár enn hann onkuntíð áður hevur verið.

Hendan lítla mýrusnípuungan funni vit á ferðini niðan í Skúvadal, fyri tveimum døgum síðani. Um mýrusnípuna verður millum annað sagt í “Fuglar í Norðurhøvum”:

Múyrisnípa er vanligur búfuglur allastaðni í Norðuratlantshavi, í mýrum og øðrum bleytlendi, og tá ber væl til hjá henni við nevinum. Hon er ikki í kaldastu londunum, t.d. ikki í Grønlandi, men er annars åi øllum teimum stóru heimspørtunum. Mýrisnípan í Norðuratlantshavi flytur stutt. Hon er serliga í vetrarvisti í Írlandi. Búfuglurin kemur aftur í apríl og fer avstað aftur í august-november.