Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mintust á gamlar dagar á telefonstøðini

Helgi Abrahamsen

Í morgun vóru nakrir tilkomnir harrar komnir saman á telefonstøðini í Søldarfirði.

Í morgun vóru nakrir tilkomnir harrar komnir saman á telefonstøðini í Søldarfirði. Menninir vóru allir fyrrverandi telfonmenn, sum í fyrru helvt at 70-árunum arbeiddu við at umleggja telefonsambandið frá manuellum borðum til automattelefon.

Orsøkin til at teir hittust í morgun var, at danin Svend Ove Pedersen, ið var tekniskur leiðari hjá LM-Ericsson tá umleggingin varð gjørd, var komin á vitjan. Tað var hann sum legði teimum lag á í sambandi við umleggingina.

Teir høvdu nógv at tosa um, og onkrar gamlar myndir vóru eisini funnar fram frá hesi stóru kollveltingini, tá farið var frá at hava bara einar tríggjar telefonlinjur til Havnar, til at øll kundu ringja, tá tey sjálvi vildu.

Svend Ove Pedersen hevði ongar trupulleikar við at vera við í prátinum, tí hann skilir framvegis føroyskt.

Menninir sum hittust henda morgunin vóru:

Jósvein á Hædd, Klaksvík

Bjarni Debess, Kollafirði

Óli Jacobsen, Havn

Sofus Nielsen, Saltangará

Jákup Lamhauge, Glyvrum

Aage Davidsen, Havn.

Svend Ove Pedersen, Danmark

Jóannes Leivsgarð, Klaksvík, Asbjørn Poulsen, Havn og Terji Jacobsen, Tvøroyri, høvdu ikki møguleika at vera við.

Harleyfacadeacryl