Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvøroyar Býráð vil ikki loyva KÍ áskoðarunum við Smyrli

Jákup Ósá

Tað er tikið upp á hægsta stig í Tvøroyar Býráð, at norðoyingar hava sent umbøn um at fáa Smyril at sigla ein túr við KÍ áskoðarunum til steypafinaluna eins og gamal siður er.

Tvøroyar Býráð ynskir at steðga hesum ætlanum, nú norðoyingar hava sent umbøn um at Smyril fer ein túr norður til Klaksvíkar eftir mongu áskoðarunum til steypafinaluna leygarkvøldið 27. august. Tað skrivar in.fo í kvøld.

Strandferðslan hevur enn ikki tikið støðu til umbønina úr Klaksvík. Men tað hevur Tvøroyrar Býráð harafturímóti tikið støðu til, tí nú er málið komið upp á politiskt stig. Býráðið á Tvøroyri hevði nevniliga eykafund á middegi í gjár, og tá var hetta eitt av málunum, sum var til umrøðu.

Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur við in.fo, at Tvøroyrar Býráð mælir frá, at ferðaætlanin verður broytt, tí býráðið heldur ikki, at tað skal órógva ferðaætlanina hjá suðuroyingum fyri tað at Klaksvíkingar skulu sparka í Havn. Tvøroyrar Býráð vísir á, at klaksvíkingar hava fast samband við Havnina, men er parkeringin í Havn ein trupulleiki, eigur tað at vera nóg mikið av bussum á meginøkinum til at flyta klaksvíkingar aftur og fram. Tvøroyrar Býráð fer nú at seta seg í samband við hini kommunustýrini í Suðuroy fyri at vita um tey kunnu hava eina felags áheitan til Strandferðsluna frá øllum kommununum í oynni um ikki at ganga umbønini á møti, soleiðis at ferðaætlanin hjá Suðuroyingum kann vera ótarnað, eisini tann leygardagin, finalan er, skrivar in.fo.

Fáa norðoyingar sín vilja, so merkir tað helst, at ein túrur seinnapartin úr Tórshavn til Tvøroyar verður fluttur til kvøldið, tá dysturin er. Hinvegin er túrurin til Klaksvíkar helst ein av teimum, har Smyril fær flestar inntøkur, tí væntandi vera nógv viðhaldsfólk úr Klaksvík til ein slíkan túr.