Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Byggingin av nýggja húsarhaldsskúlanum nærkast

Nordlysid

Tað gongur eftir ætlan við verkætlanini at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í miðbýnum í Klaksvík.

Tað gongur eftir ætlan við verkætlanini at byggjanýggjan húsarhaldsskúla í miðbýnum í Klaksvík.

 

Mánadagin20. juni 2016 var Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum, í HúsarhaldsskúlaFøroya og hevði ein stuttan fund við Jógvan Skorheim, borgarstjóra, og Jóhonnuá Tjaldrafløtti, leiðaran fyri skúlan, har víðari tilgongdin í verkætlaninivarð løgd tilrættis.

Á fundinumvarð staðfest, at arbeiðið við byggiverkætlanini gongur eftir ætlan, og væntandikann farast undir ítøkiliga arbeiðið í 2017.

Klaksvíkarbýráð hevur samtykt at bera helmingin av íløgukostnaðinum, staðsetingin ímiðbýnum í Klaksvík er í tráð við miðbýarætlanina har, og nú hava nevnd ogleiðsla fyri Húsarhaldsskúla Føroya gjørt avtalu við Klaksvíkar kommunu um atveita byggiserkøna ráðgeving og vegleiðing í sambandi við hesa stóru verkætlan.

 

Úrslit av samstarvi millum land og kommunu

Rigmor Dam,landsstýriskvinna, er ógvuliga fegin um, at byggingin av nýggjahúsarhaldsskúlanum nú nærkast í stórum.

– Hendaspennandi verkætlan er eitt úrslit av góðum samstarvi millum Føroya Landsstýri,Klaksvíkar kommunu og eina dugnaliga skúlaleiðslu, og eg síggi fram til, at vitskjótt kunnu seta hesa bygging í gongd.

– Tað ergott, at land og kommunur kunnu standa saman um slíkar verkætlanir, tí samanrøkka vit fleiri málum, sum heilt víst gagna Føroyum sum land. Her hevurframtaksthugurin og váðafýsni í lokaløkinum stóran týdning, sigur Rigmor Dam.

Harleywoodpaint