Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja útstykkingarætlanin á Fossum er sera væl móttikin.

Kristian Eli Zachariasen

Í síðstu viku varð boða frá, at Klaksvíkar Kommuna fer í holt við eina útstykkingarætlan á Fossum, ið fevnir um 20 grundstykkir í fyrsta byggistigi. Staðfestast kann, at áhugin fyri hesum økinum er metstórur.

Á grundstykkjalistanum fyri fráboðana vóru 13 umsøkjarar. Nú gott og væl ein vika er fráliðin, síðan ætlanin varð kunngjørd, er talið á umsøkjarum næstan trífaldað frá 13 til 33 umsóknir.

Áhugin vísir, at tørvurin á einum fjølbroyttum úrvali av grundstykkjum er stórur í Klaksvíkar Kommunu. Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin fer at leggja nógva orku í at íverkseta og geva ætlani hægstu raðfesting.

Kristian Eli Zachariasen

Formaður í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini