Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fullpower Føroyar nýggjan eigara

Tíðindaskriv

Fullpower Føroyar, ið varð stovnað í 2012 av Svein Rógva Nielsen Ljósstein, hevur koyrt liðvenjingar við millum annað kettelbells, fitnessboksing og klænkiskeiðum, har ið nýggi eigarin Magnus Norðberg hevur havt tilknýti til serliga klænkiskeiðini.

Góð úrslit hava eisini fylgt Fullpower Føroyar, har ið umboð fyri Fullpower Føroyar hava vunnið gull bæði í norskum og donskum kappingum í kettelbells.

Umframt hesum megnaði klænkiskeiðið at fáa óivað besta úrslit, ið eitt klænkiskeið í Føroyum hevur klárað, tá ið Hjalgrím Svøðstein lætnaði heili 23 kg. ella 22% eftir bert einum klænkiskeiði hjá Fullpower.

Magnus Norðberg starvast dagliga í Tekniska Skúla í Klaksvík, har ið hann undirvísir í Matvøruútbúgvingini umframt lærugreinunum evnafrøði, lívfrøði og ítrótti á Tøknibreytini. Hann hevur útbúgving sum Bachelor í Ítróttar- og Rørsluvísund og Master í Mannaføði og Stoffskifti.

Flest kenna tó Magnus Norðberg best frá kappróðri, har hann hevur verið ein av undangongumonnum at manna 10 mannafarið Klaksvíking. Hann er tann rógvarin, ið hevur róð og vunnið flest róðrar við flaggskipinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.

Magnus Norðberg yvirtekur Fullpower Føroyar 1. juli, og fólk kunnu gleða seg til august mánaða, har Fullpower Føroyar og starvsfólk við góðum førleikum koma at bjóða eina nýggja skrá við nógvum og fjølbroyttum tilboðum.

Á Facebook síðuni hjá Fullpower Føroyar ber til at fáa meira kunning um tey ymisku tilboðini.

Harleywoodpaint