Ein KÍ leikari er millum teir. NSÍ og HB eru best umboðað.
Fsf.fo skrivar: Venjararnir hjá U16-landsliðnum við dreingjum, Áki Johansen og Pól F. Joensen hava nú sett navn á teir 18 spælararnar, ið eru úttiknir til árligu NM-kappingina. Í ár verður kappingin spæld í Helsinki í Finnlandi frá 3. til 9. august.
Umframt Føroyar og øll hini norðanlondini, vera Kypros og Montenegro eisini við í kappingini sum gestaluttakarar.
Føroyski U16-hópurin til NM 2016 sær soleiðis út:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Gundur E. Petersen, Valur (ICE)
Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur
Fróði P. Rasmussen, B36
Stefan Radosavljevic, TB
Hanus Sørensen, HB
Sølvi Sigvardsen, NSÍ
Steffan Løkin, NSÍ
Lukas G. Giessing, FC Midtjylland (DEN)
Jógvan Petersen, HB
Bjarti V. Mørk, HB
Dann Fróðason, 07 Vestur
Filip í Liða, AB
Tórur Jacobsen, KÍ
Elias Moustage, AaB Ålborg (DEN)
Sveinur Lava Olsen, HB
Pól Jákup Lundsbjerg, NSÍ
Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum verður mikudagin 3. august, tá Svøríki er mótstøðuliðið á Kontula Leikvøllinum í Helsinki. Fríggjadagin 5. august verður aftur spælt á Kontula Leikvøllinum, og tá skulu okkara royna seg ímóti Íslandi, meðan triðji og seinasti dystur í bólkaspælinum verður sunnudagin 7. august, tá føroyska liðið skal spæla ímóti Montenegro á Lohja Leikvøllinum í Helsinki.
Plaseringsdystirnar eru á skránni týsdagin 9. august, og dagin eftir, mikudagin 10. august, setir føroyska ferðalagið kós ímóti Føroyum.




