Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinastu mjólkineytini hvørva av Borðoynni

Helgi Abrahamsen

Jákup Skoradal, bóndi á Norðoyri, hevur selt mjólkarkvotuna til Suðuroyar, og harvið fer seinasta framleiðslan av mjólk á Borðoynni í søguna.

”Tað er við ringum tannabiti at eg havi selt kvotuna, tí tað hevur altíð verið mín barnadreymur at vera bóndi,” sigur Jákup. ”Men sum støðan er, síggi eg meg ikki hava annan møguleika”, sigur hann.

Neytini hvørva tó ikki beinan vegin, tí avtalað er, at Jákup skal hava neytini í tvey ár, meðan keypararnir gera seg klárar at taka yvir.

Fjósið í ringum standi

Í fjósinum á Norðoyri eru 23 básar, og sambært Jákupi Skoradal er fjósið ikki tíðarhóskandi.

”Elsti parturin er bygdur seinast í 70-árunum og bygt er uppí í 80-árunum. Neyðugt er at gera stórar umvælingar fyri at lúka krøvini ið verða sett til framleiðslu av mjólk, og amboðini eru ikki tíðarhóskandi,” sigur hann.

Men ein onnur stór forðan hevur verið, at hann sleppur ikki at byggja út.

”Landsverk sigur, at fjósið liggur ov nær vegnum, og tí fái eg ikki loyvi at byggja nakað nýtt,” sigur Jákup. Hann undrast yvir hesa støðuna, tí fjósið er bæði bygt og útbygt við somu fjarstøðu til vegin, men har er einki at gera.

”Tað er millum annað orsaka av hesum, at eg havi valt at gevast,” sigur hann.

Má finna annað arbeiði

Spurdur, hvat hann sjálvur fer at takast við, sigur hann, at tey komandi tvey árini verður eingin broyting, men eftir tað má hann finna okkurt annað.

”Eg havi framvegis nógvan seyð, og eg ætli mær at halda fram við at hava ungneyt, men eg kann ikki liva bara av tí,” sigur hann.

Byrjar møguliga aftur um nøkur ár

Jákup útilokar ikki, at mjólkaframleiðslan á Norðoyri einaferð verður tikin uppaftur.

”Eg havi møguleikan at keypa mjólkarkvotu aftur og byrja av nýggjum, men enn veit eg ikki, hvussu verður við tí. Nú fái eg í hvussu so er møguleika at gera íløgur so við og við. Skal alt gerast í einum, so má eg hava onnur at gera tað, og tað kostar nógv meira,” sigur hann.

”Fjósið er í so ringum standi nú, at her skal nógv gerast,” sigur Jákup.

Hann hevur verið bóndi síðani 2004.