Gullbrúðarparið
Jonelisa og Kristian Martin Rasmussen
Slíkan dag í huga renna farnar løtur
tá á barnaárunum tit livdu trygt,
hugur leitaði um land og havsins gøtur,
lívsins grundvøll fingu tit tá tryggan bygt.
Eins og frælsir fuglar tit í kæti leiktu,
ljós var lívsins undurvakra morgunstund,
møður, ommur, fedrar, tykkum trygt uppaldu.
Jú, tit kendu lívsins tryggu akkersgrund.
Har í Vági Jonelisa vøkur aldist,
veksur upp í bygdini í ungdómstíð,
millum glaða ungdómin har holl hon taldist,
kvik og gløgg og eygagóð og sera fríð.
Út um hagagarð tó leitar hennar hugur
sjúkrarøktina í Havn at læra fer,
vísti, at í henni var ein sannur dugur,
sannur gudsótti í øllum hana ber.
Kristian Martin tá um somu tíð seg lærdi
skip at føra – stýra yvir havsins vág.
Einakenslan tó so manga ferð hann tærdi,
men í myndina kom Jonelisa tá.
Hittust tá tey glað til teirra kærleiksløtur,
har hon bendi hann trygt inn á andans leið,
so hann longdist stíga inn á Harrans gøtur,
til ein dag á tryggu frelsugrund hann steig.
Gjøgnum lívið trúgv tit hava staðið saman
livað stinn á Orðsins tryggu hellugrund,
Harran ært í lívsins álvara og gaman,
kunnu fegnast saman glað í hesi stund.
Eru fyrimynd sum hjún í lívsins leiki,
vísa øðrum hjúnum tryggu siglingsleið.
Styrktur verður tá hin ungi trúarveiki,
sum á Harran lítur – verður svikin ei.
Birgit og Svenning av Lofti




