– Vit eru farin í gongd við at uppraðfesta undirvísingartilfar. Vit eiga at hugsa bæði hardware og software, tí tað er av alstórum týdningi at okkara næmingar hava bestu fyritreytir at røkka teirra fulla potentiale, sigur Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung.
– Vit eru farin í gongd við at uppraðfesta undirvísingartilfar.Vit eiga at hugsa bæði hardware og software, tí tað er av alstórum týdningi atokkara næmingar hava bestu fyritreytir at røkka teirra fulla potentiale, sigurJóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung.
– Játtanirnar tilbøkur og annað frálærutilfar innan skúlagátt í Klaksvík hevur í áratíggjur ikkifingið nøktandi raðfesting, men her skal vend koma í, slær Jóhann Lützen fast.
– Vit hava hoyrtsøgur um, at næmingar okkara fáa útflýggjað avrit, tí bøkur mangla, vit havahoyrt søgur um bókasett, sum eru fleiri áratíggjur gomul, so her mugu vit takaokkum aðrar partar fyri.
– Eg havi tí biðið umsitingina finna útav, hvussu stórurkostnaðurin er av, at vit kunnu hava eina fult dagførda skúlabókagoymslu áSkúlatrøð. Luturin hjá okkum, politikarum verður so at finna peningin, soleiðisat okkara næmingar – saman við lærarum sínum – kunnu fáa gleði og gagn av fultdagførdum frálærutilfari.
– Tað er sjónfyri søgn, at vit í hesum døgum uppraðfesta skúlabygging, og samstundis gleðisteg um, at Klaksvíkar býráð longu hevur tikið tey fyrstu fetini og er byrjað athækka játtanirnar til frálærutilfar, soleiðis at goymslan av skúlabókum áSkúlatrøð kann verða dagførd. Á henda hátt kunnu vit siga, at bæði hardware ogsoftware í hesum døgum fáa eitt lyft á Skúlatrøð og tað er at fegnast um.
– Sum á so mongumøðrum økjum, so verður Róm ikki bygt eftir einum degi, og tí fer tað eisini attaka tíð, áðrenn komið verður runt at dagføra allar partar avfrálærutilfarinum, men kósin er sett og málið er greitt: Skúlin í Klaksvíkverður nú raðfestur høgt – ein íløga, sum vit í komandi tíðum fara at heystagóðan ávøkstur av.
– Lat meg her nevna, at tað er ikki einans fysiskar bøkur, viteiga at hyggja uppá, tí vit síggja, at undirvísingin alt meira flytir seg tiltalgildar miðlar, sigur Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini børn ogung.




