Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børnini í Blákolluni stuðla Rynkeby og Krabbameinsfelagnum

Norðlýsið

 Hósmorgunin kl. 11.00 verður lítið hátíðarhald uttanfyri Sambýlið á Heygnum í samband við at Rynkebysúkklararnir nú aftur byrja longu stuðulssúkklingina fyri krabbameini. Súkklað verður úr Klaksvík og til París.

Í hesum sambandi hava børnini á barnaansingarstovninum Blákollan málað eini 60-70 málningar, ið verða framsýndir í Smæruni. Ætlanin við hesum tiltakinum hjá Blákolluni er, at fólk skulu kunnu ogna sær ein málning, við at lata pening í eina bússu, ið hongur við framsýningarhølið.

Um tær dámar ein málning, so kanst tú ogna tær hann, og tú kanst gjalda tað tú heldur er hóskandi. Hendan spennandi málninga søluframsýning verður opin í Smæruni, beint við har súkklarnir byrja.

Allur peningurin, sum inn kemur fyri málningarnar fer óskerdur til børn við krabba.

Møtið upp hósdagin og stuðlið Krabbameinsfelagnum.