Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almenn fráboðan um uppboðssølu 2016

Tíðindaskriv

Kunngerðin um uppboðssølu av rættindum at veiða makrel, norðhavssild, svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum er lýst.

Í hesum sambandi verður alment boðað frá, nær einstøku sølurnar fara fram og/ella nær seinasta freist er at lata boð inn.

Sølurnar av makreli, norðhavssild og botnfiski í Barentshavinum fara fram í døgunum frá 11. til 22. juli 2016.

Uppboðssølan er skipað um tveir uppboðssøluhættir:Opin uppboðssøla og afturlatin uppboðssøla.

Opin uppboðssøla

Dagfestingin fyriopnuuppboðssøluni ásetur,nærsølan fer fram.

Fiskamarknaður Føroyastendur fyri opnu uppboðssøluni hesar dagar:

  • Mánadagur 11. juli 2016: Botnfiskur í russiska partinum av Barentshavinum, 1.200 tons.

  • Hósdagur 14. juli 2016: Makrelur, 3.500 tons.

  • Hósdagur 14. juli 2016: Norðhavssild, 2.000 tons.

  • Hósdagur 21. juli 2016: Makrelur, 3.500 tons.

  • Hósdagur 21. juli 2016: Norðhavssild, 2.000 tons.

Reglugerð fyri uppboðssøluna, ið ásetur, hvussu farast skal fram hjá teimum, sum vilja bjóða, verður lýst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya,www.fmf.fo.

Tal og stødd á sølulinjum verða lýst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya í góðari tíð undan sølunum.

Nærri upplýsingar um sølurnar fáast frá Fiskamarknaði Føroya,www.fmf.fo,telefon 41 41 41 ellafmf@fmf.fo.

Afturlatin uppboðssøla

Dagfestingin fyriafturlatnuuppboðssøluni staðfestirseinastu freistat lata boð inn.

Vørnstendur fyri afturlatnu uppboðssøluni.

Seinasta freist at lata boð inn er á middegi, kl. 12.00, hesar dagar:

  • Hósdagur 14. juli 2016: Botnfiskur í russiska partinum av Barentshavinum, 600 tons.

  • Mánadagur 18. juli 2016: Botnfiskur í norska partinum av Barentshavinum, 600 tons.

  • Hósdagur 21. juli 2016: Botnfiskur í russiska partinum av Barentshavinum, 600 tons.

  • Fríggjadagur 22. juli 2016: Makrelur, 2.000 tons.

Reglugerðin fyri uppboðssøluna, ið ásetur, hvussu farast skal fram hjá teimum, sum vilja bjóða, verður lýst á heimasíðuni hjá Vørn,www.vorn.fo.

Nærri upplýsingar um sølurnar fáast frá Vørn,www.vorn.fo,telefon 31 10 65 ellavorn@vorn.fo

Svartkjaftur

Rættindini til at veiða svartkjaft verða boðin út um mánaðarskiftið august-september 2016 (í viku 35 og 36). Kunnað verður nærri um hetta í øðrum tíðindaskrivi.

Fiskimálaráðið, 5. juli 2016

Høgni Hoydal, landsstýrismaður